Sp/f 4-3-3

Sp/f 4-3-3 ⚽️ Sp/f 4-3-3 skipar fyri ferðum til flest allar fótbóltsdystir í Europa ⚽️

Farna vikuskifti vóru vit aftur á túri, hesa ferð í Liverpool við einum ferðalagi upp á 54 fólk 😎Vit hugdu eftir Liverpo...
26/05/2026

Farna vikuskifti vóru vit aftur á túri, hesa ferð í Liverpool við einum ferðalagi upp á 54 fólk 😎

Vit hugdu eftir Liverpool 🆚 Brentford, og talan var alt í alt um ein hugnaligan túr við sera fjølbroyttari og góðari manning 👏

Flogið varð til Edinburgh, og síðani varð koyrt við bussi til Liverpool, har vit gistu á einum sera góðum ⭐️⭐️⭐️⭐️ hotelli.

Í allarfagrasta veðri fekk ferðalagið møguleika at siga farvæl við Robertson og Salah, sum eftir trúgva tænastu takkaðu fyri seg hjá Liverpool 🙌

Næsti, stóri bólkatúrur verður kunngjørdur í juni, so fylg við á okkara Facebook-síðu, um tú kundi hugsað tær at komið við – øll eru hjartaliga vælkomin 😊

Viðfest er mynd av parti av ferðalagnum 📸

Vit hava fingið myndir frá væl nøgdum kundum, ið upplivdu 1-0 dystin millum Napoli og Udinese í góðveðrinum sunnudagin 😊...
26/05/2026

Vit hava fingið myndir frá væl nøgdum kundum, ið upplivdu 1-0 dystin millum Napoli og Udinese í góðveðrinum sunnudagin 😊

Ætlar tú tær avstað, tá næsta kappingarárið fer í gongdbyrjar, send okkum so eini boð - hoyrast 😉

Farna vikuskifti vóru vit á túri í Manchester við einum ferðalagi upp á góð 60 fólk 😎Vit hugdu eftir Manchester United 🆚...
19/05/2026

Farna vikuskifti vóru vit á túri í Manchester við einum ferðalagi upp á góð 60 fólk 😎

Vit hugdu eftir Manchester United 🆚 Nottingham Forest, og talan var alt í alt um ein hugnaligan túr við sera fjølbroyttari og góðari manning 👏

Flogið varð til Edinburgh, og síðani varð koyrt við bussi til Manchester, har vit gistu á einum sera góðum ⭐️⭐️⭐️⭐️ hotelli. Eitt eyka bonus var, at Nottingham Forest-leikararnir eisini búðu á okkara hotelli 😄

Prikkurin yvir i’ið var sjálvsagt, at Manchester United vann dystin 🙌 Og sjálvandi eisini at Bruno Fernandes nú tangerar metið fyri flest upplegg í einum kappingarári í Premier League 🤩

Næsti stóri bólkatúrur verður kunngjørdur í juni 📅 So fylg við á okkara Facebook-síðu, um tú kundi hugsað tær at komið við – øll eru hjartaliga vælkomin 😊

Viðfest er mynd av parti av ferðalagnum 📸

Vit hava í dag fingið myndir frá væl nøgdum kundum, sum vóru á Old Trafford sunnudagin, tá Manchester United vann 3-2 á ...
06/05/2026

Vit hava í dag fingið myndir frá væl nøgdum kundum, sum vóru á Old Trafford sunnudagin, tá Manchester United vann 3-2 á Liverpool 🤩
Ætlar tú tær at fara ein túr, skriva so til okkum - hoyrast 😉

Vit hava fingið f***a mynd frá væl nøgdum kundum, ið upplivdu 3-1 dystin millum Liverpool og Crystal Palace í farnu viku...
30/04/2026

Vit hava fingið f***a mynd frá væl nøgdum kundum, ið upplivdu 3-1 dystin millum Liverpool og Crystal Palace í farnu viku.

Ætlar tú tær avstað í næstum, send okkum so eini boð - hoyrast 😉

🐦‍🔥 GISTING OG DYSTARBILLETT TIL LIVERPOOL - CRYSTAL PALACE 🐦‍🔥Tann 25. apríl tekur Liverpool ímóti Crystal Palace á Anf...
13/04/2026

🐦‍🔥 GISTING OG DYSTARBILLETT TIL LIVERPOOL - CRYSTAL PALACE 🐦‍🔥

Tann 25. apríl tekur Liverpool ímóti Crystal Palace á Anfield, og vit hava 10 pakkar við gisting + dystarbillett til sølu. Nú bert fáir heimadystir eru eftir hetta kappingarárið, er tað gylt høvi at siga Robertson og Salah farvæl ❤️

Gist verður á sentralum hotelli við fýra stjørnum 23.-27. apríl, og kostnaðurin fyri pakkan er kr. 4.900 fyri hvønn, tá tvey deila kamar 👥 Pakkin inniheldur:

🎟️ Dystarbillett
🏩 Gisting
🍳 Morgunmat

Ynskist einakamar, kann tað orðnast fyri ein meirkostnað 🤝

Talan er, sum altíð, um lógligar dystarbillettir frá góðkendum veitara, og tær standa í navninum hjá keyparanum, t.v.s. eingin vandi er á ferð viðvíkjandi at sleppa inn á stadion ✅

Ynskir tú at sleppa avstað, send okkum so eini boð Seinasta freist at keypa er fríggjadagin, 17. apríl - hoyrast 😊

Hevur tú hug at koma við 46 øðrum føroyingum til Liverpool at siga Salah farvæl 24. mai 👋 So er møguleikin her, tí vit h...
02/04/2026

Hevur tú hug at koma við 46 øðrum føroyingum til Liverpool at siga Salah farvæl 24. mai 👋 So er møguleikin her, tí vit hava framvegis 6 pláss eftir 🎟️

Send okkum eini boð, um tú ynskir at koma við 😊

G.G.: Prísurin er garanteraður til og við 8. apríl. Eftir tað er møguligt, at prísurin hækkar 💵

Sí meir um pakkan her: https://www.facebook.com/share/p/1ASVRALu12/?mibextid=wwXIfr

🚨 2 PLÁSS TØK Á TÚRINUM í MAI 🚨2 avboð eru komin! Tí hevur tú nú møguleika at sleppa við á annars útselda túrin til Old ...
28/03/2026

🚨 2 PLÁSS TØK Á TÚRINUM í MAI 🚨

2 avboð eru komin! Tí hevur tú nú møguleika at sleppa við á annars útselda túrin til Old Trafford í mai.

Først til mølle - Hoyrast 😊

🔴⚫️ BÓLKATÚRUR TIL SÍÐSTA HEIMADYST HJÁ MANCHESTER UNITED ⚫️🔴

Nú nærkast til síðsta heimadyst hjá Manchester United, sum veruliga hevur fingið vind í seglini, síðan Carrick setti seg í heita stólin. Ferðalagið hjá okkum telur í løtuni yvir 30 fólk, og enn eru nøkur pláss eftir fyri kr. 10.500 fyri hvørt 🚌

17. mai 2026 taka Manchester United ímóti Nottingham Forest á Old Trafford, sum samstundis er síðsti heimadystur í kappingarárinum. Farið verður úr Føroyum 14. mai og heim aftur 18. mai 😃

Fyri einans 10.500 krónur fært tú:

🎟️ VIP-dystarbillett
🏟️ Stadium Tour á Old Trafford
✈️ Flogferð til Edinburgh t/r
🚌 Buss til Manchester t/r
🏩 Hotell við 4 stjørnum
🍳 Morgunmat
👨‍✈️ Ferðaleiðara

Prísurin er galdandi, tá tvey deila kamar. Ynskist einakamar, kann tað orðnast fyri ein meirkostnað 🙋

Dystarbillettirnar eru VIP-billettir, sum geva atgongd til lounge 3 tímar áðrenn dystarbyrjan.
Matur er íroknaður 🥘 Talan er um lógligar dystarbillettir frá góðkendum veitara, og tær standa í navninum hjá keyparanum, t.v.s. eingin vandi er á ferð viðvíkjandi at sleppa inn á stadion ✅

Tú rindar einans kr. 3.000 við tilmelding og restina 1. apríl 🤝

Kundi tú hugsað tær at komið við, send okkum so eini boð - skunda tær tó, tí síðsta freist fyri at fáa pláss til hendan prís er 1. februar 😊

So er bólkatúrurin til Manchester United - Nottingham Forest í mai útseldur ✅ Men eru fleiri, ið kundu hugsað sær at far...
01/03/2026

So er bólkatúrurin til Manchester United - Nottingham Forest í mai útseldur ✅ Men eru fleiri, ið kundu hugsað sær at farið, kunnu vit sjálvandi bjóða dystarbillettir og gisting - hoyrast 😊

Umhugsar tú at fara til fótbóltsdyst í næstum, set teg so í samband við okkum og fá eitt óbindandi tilboð ✍🏻 Vit veita h...
17/02/2026

Umhugsar tú at fara til fótbóltsdyst í næstum, set teg so í samband við okkum og fá eitt óbindandi tilboð ✍🏻

Vit veita hotelluppihald og dystarbillettir til lið í m.a. Onglandi 🏴󠁧󠁢󠁥󠁮󠁧󠁿 Spania 🇪🇸 Fraklandi 🇫🇷 Italia 🇮🇹 Týsklandi 🇩🇪 Skotlandi 🏴󠁧󠁢󠁳󠁣󠁴󠁿 og Danmark 🇩🇰 íroknað Champions League, Europa League, Conference League v.m. 🏆

✅ 100% offisiellar/lógligar dystarbillettir
✅ 5 stjørnur á reyta.fo ⭐️⭐️⭐️⭐️⭐️

Address

Ashton New Road
Manchester
M11 3FF

Website

https://www.433.fo/

Alerts

Be the first to know and let us send you an email when Sp/f 4-3-3 posts news and promotions. Your email address will not be used for any other purpose, and you can unsubscribe at any time.

Contact The Business

Send a message to Sp/f 4-3-3:

Share